|
"Kókisteik" ella Grýtusteiking, hvat er tað?
At steikja í grýtu er skjótasti og mest økonomiski mátin at steikja uppá. Men um bert verður hugsa um smakkin er best at steikja í ovni. Men grýtusteiking er hinvegin væl egnaður steikiháttur til kjøt ið ikki frá natúrunar hond er av tí allar moyrasta partinum á oksanum. Við tað, at grýtusteiking heldur betri uppá vætuna í kjøtinum hevur tað við sær at lidna steikin verður moyrari enn um hon var steikt í ovni.
Grýtusteiking krevur nógvan hita til tess at brúnka steikina og tí má grýtan verða egna til grýtusteiking. Brúnkingin av steikini er tað ið er mest umráðandi til tess at fáa besta úrslitið. Er seteikin ikki feit er neyðugt at brúka feitt at brúnka steikina í, til dømis smør ella 50% smør og 50% olju.
Tá steikin verður brúnka er umráðandi at venda steikin ofta soleiðis at hon verður brúnka javnt yvir alla steikina uttan at brennast. Sting ikki í steikina við gafli men vend henni t.d. við tveimum skeiðum. Størri steik lægri hita og longri brúnkingartíð. Hitin undir brúnkingini skal verða so mikið at sevjan ikki nær at leka úr steikini áður enn steikin fær skorpu ið heldur uppá sevjuna. Tað av somu orsøk at tað er umráðandi at salt ikki kemur at steikini áðrenn hon er brúnka. Salt trekkjur sevjuna úr kjøtinum.
Eftir brúnkingina verður minka um hitan og lok verður lagt á grýtuna. Lat grýtuna svala í nakrar minuttir áðrenn veska og evt. grønmetið og krydd verður lagt aftrat í grýtuna. Nú verður stikin stokt spakuliga við lágum hita. Lat ikki meir av vesku í enn neyðugt tí tá er vandi fyri at steikin verður kóka heldur enn steikt. Vend steikini av og á undir steikingini. Kjøttermometur kann væl brúkast eisini tá steikt verður í grýtu.
Ynskja tygum skorpu á stikina ber til at enda at tøma alla vætuna úr grýtuni og brúnka steikina í eitt sindur av feitti móti endanum.
Góða eydnu! |