[admin]



KOLTURSGRUNNURIN

 Til frama fyri fornminnini í Koltri

Tá Føroya Landsstýrið í 1992 samtykti at Koltur skuldi festast útaftur, álegði landsstýrið Føroya Jarðarráði, at áleggja komandi festari at varðveita fornminnini í Koltri. Til tess at hjálpa festaranum at lyfta hesa uppgávu stovnaði FJ ein grunn ið bleiv nevndur Koltursgrunnurin. Viðtøkur fyri grunnin vóru samtyktar og stýrið valt. Hetta hendi í januar 2003.

Endamál grunnsins er at varðveita antikvarisku- og siðsøguligu virðini, sum eru í Koltri. Í hesum sambandi skal grunnurin útvega pening til ístandsetan av bygningunum, og stíla fyri, at hesir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk, og á ein slíkan hátt, at festarin kann fáa stórst møguligt gagn av bygningunum og tess lunnindum.

 

Í stýrinum sita:

Gunnar Hoydal, formaður, Malan Johansen, Høgni Mohr, Hørður Wardum og Magni Arge. Magni Arge væntar á myndini.


Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim