[admin]



FØROYSK FORSÍÐA

Myrka tíðin á slíkum plássi er ein tíð har mesta tíðin ferð til at passa kríatúrini. Tað ber sjálvandi til at hava smærri uppgávur sum til dømis at seta hurð í ripingarhúsið.

Vit hava eisini brúkt nakað av vetrartíðini til at innrætta verkstað soleiðis at vit kunnu gera slík umvælingararbeiði.

 

17. oktober 2007

"abbasynirnir" hjálptu við at taka uttanrætta, fletta og gera rullipylsur..

Les meiri við at klikka á myndina....

 

 

 

 

 

 

 

 

Frá vinstru eftir bóndan standa: Hjúnini Peder Ugle og Ane Mc. Møller síðani síggjast Ove Hornby og kona hansara. Ove ser stjóri á Mc. Møller grunninum.

 

 

 

 

Nú er summarið av og ferðafólk í Koltri er ikki longur hvønndaggestir.

Tó so fríggjadagin vitjaðu 4 fólk í Koltri, og tað var ikki hvør sum helst. Eigari og leiðari hjá sjálvum Maersk Mc. Møller gitjaðu oynna. Tey vóru tó einans ein útflugtstúr í samband við vitjan teirra í Føroyum í samband við at Maersk hevur stuðla Norðurlandahúsinum og Hoyvíkar Kirkju.

Veðrið hendan dagin var ikki av tí besta, men tey hættaðu sær eina stutta "drotningarundu" út á Eiðið og vóru sera áhugaði í gamla býlinginum Heimi í Húsi.

Tey ferðaðust við tyrlurutuni hjá Atlantic Helikopters.

Og so var hon har, bøgan við 10 væl klæktum ungum.

 

 

 

 

 

 

17. apríl 2007

16. apríl 2007

Nú verður tað hvørja løtu, at bøgan kemur út!

Hvussu nógvir munnu tað verða?

Men eingin skal vága sær at nærkast fyrenn alt er klárt, tað skal hesin steggin nokk syrgja fyri...

Hetta er eisini fyrsta teknið uppá at várið er byrja av álvara!

Páskagestir í Koltri.

Hesir báir hava hildið páskir í Koltri. Sjálvt um veðrið ikki var av tí allar besta so er ikki bara at sita inni. Gott er at koma út í fríska luft og stuttligt er at rokast uttandura.

"Abbin" gjørdi bátar og lækjan er fínt spælipláss hjá ungum dreingjum!

 

 

 

 


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim