[admin]



A.P.Møller-ætlanin

Játtanin frá A.P.Møller grunninum er merkt til býlingin Heimi í Húsi.

Tað er fyrst og fremst sethúsini Niðri í Húsi og Uppi í Búð sum eru stóru arbeiðini í hesum umfarinum. Niðri í Húsi er umvælt uttan og manglar innrætting meðan bóndahúsini Uppi í Búð skulu takast niður, høvuðsumvælast og førast aftur til eldra sniðið sum tey høvdu áðrenn tey vóru broytt og útskotið tikið burtur.

Síðani er tað hoyggjhúsið, Kolluneystið og niðri í Staphúsi sum skulu endurreisast. Ein hitamistøð skal gerast sum veitur hita og heitt vatn til húsini eins og at vesiviðurskifti til hvørt húsi sær eins og til vitjandi ferðafólk skal gerast. Tá hetta er gjørt stendur býlingurin sum ein heilskapa  mynd frá forna bóndasamfelagnum.

 

Tað er hesin sermetkti býlingurin Heimi í Húsi sum nú fær eina bøtandi hond.

Vilja tygum vita meiri um verkætlanina ber til at heinta niður ein pdf. fílu, men legg til merkis at hon fyllur 7 KB:  Endurreisingarætlanin 2008


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim