[admin]


Fornfrøðiligar forkanningar

02. juni 2010: FORNFRØÐILIGAR FORKANNINGAR Í KOLTRI

A.P. Møller verkætlanin er Heimi í Húsi er komin væl áleiðis. Sethúsini Niðri í Húsi eru um at vera liðug og næsta byggistig í verkætlanini eru sethúsini Uppi í Búð.

Alt er tikið innan úr húsunum og sunnari endin er tikin burtur. Men áðrenn farið verður víðari skal Føroya Fornminnissavn gera forfrøðiligar forkanningar. Tað eru serfrøðingar settir av Fornminnissavninum sum gera arbeiðið undir leiðslu av Símin Arge fornfrøðingi.

Á myndini omanfyri sæst Ann Sølvia Jacobsen grava. Bønhúsið sæst í baksýni.

 

 

 

 

 

 

Áhugavert sær tað út tá moldin er grivin burtur og ymsu grótstrukturirnir liggja sjónligir. Tankarnir sveima aftur í forntíðina til tey sum einaferð búleikaðust í oynni eftir heilt øðrum fortreytum heldur enn vit gera í dag.

Her eru tað teir báir Mads Hoydal og Magnus Samuelsen sum hugagóðir gera sítt arbeiði.

 

 

  Uppi í Búð við sornhúsinum í baksýni. Grótlaðingin í húsinum skal takast niður og flytast útaftur frá stavverkinum soleiðis at kovareising verður flutt útaftur har hon upprunaliga var. Einki er staðfest enn, men tað sær út til at benið undir grótvegginum útið við har kovareisingina einaferð var, er komin undan í útgrevstrinum. Ætlanin er so at lagað grótveggin uppaftur og seta kovareising á aftir húsini Uppi í Búð. Sí A.P.Møller verkætlanina aðrastaðni á síðuni.  

 


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim