|
04 til 06 juni 2010
Á hvørjum ári hava vit í Koltri tikið 10 teistaegg fyri Lívfrøðingin Kartina Hoydal á Umhvørvisstovuni. Soleiðis sum vit hava skilt tað, tekur hon lut í eini kanning av hvørji dálkingarevnir finnast við strendurnar sum kunnu ávirka lívfrøðina. Tann sera vakri fuglurin Teisti livur fram við strondini í øllum londunum her n orðuri og livur sjálvandi av somu føði í øllum londunum. Tá er lætt at samanbera evnini í eggunum. Men hetta hava vit ikki skil fyri meiri enn tað at vit nú hava funnið eitt gott “team” sum á ein sera effektivan hátt finna fram til teistabølini. Fyrst og fremst er tað hundurin Blakk sum snoddar seg fram til teistabølið og síðani eru tað smáu og klønu hendurnar og armarnir hjá smádreingjunum sum røkka inn undir hellurnar eftir eggunum. Teistin verpur 2 sera vøkur og virðismikil egg. Og tað er einans loyvt at taka tað eina eggið í hvørjum bøli. Holan verður merkt soleiðis at vit ikki av óvart koma at taka bæði eggini. Vit klára ikki at finna øll 10 í sama leggi og tí mugu vit búka fleiri dagar og fleir legg áðrenn vit hava 10 egg. Í ár gekk tað fínt tí nú hjálpur Blakk so sera væl til við sínum sera góða tevi fyri slíkum. Á myndini eru Pætur og Bjørn Sjúrður. Blakk situr so stoltur aftanfyri við fokus á egginum sum Bjørn Sjúrður situr við í lógvanum. |
|