[admin]


Málingavikuskifti

11. til 13. juni 2010

Vikuskiftið 11. til 13.juni 2010 varð skipa fyri aktivum vikuskifti í Koltri. Hann segði frá turrum veðri og málingapenslarnir vóru tiknir fram. Nógv kemur burtur úr tá 7 breiðir kustar smyrja samtíðis.

Her sýggjast Heidi og Sigrun við hvør sínum kusti.

Onkur skal upp í hæddina og ikki altíð er so gott undirlag. Men tað hjápir væl tá man er vanur við at klúgva upp í høgar elmastrar til arbeiðis.

Her er tað Bogi sum er ávegis upp í stigan.

 

Hjallurin sum hoyrur til húsini er eisini svartur.

Hildigunn og Trúgvi sýggja út til at vera eitt gott team.

Í baksýni sæst Hestoyggin liggja í kyrru. Byrgisstakkur, Dúgvustakkur og Eggjastakkur hómast uttanfyri oynna.

Onkur gekk bara og fjasaði her og der, men tað skal onkur gera.

Smáu detaljurnar gera mun fyri heildina.

 

 

 

 

 

 


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim