[admin]


Hoyggjhúsið reist

22 juni 2010 Hoyggjhúsið Heimi í Húsi reist

Mær er sagt at hoyggjhúsið Heimi í Húsi rapaði endaliga í storminum í 88.

Lagingin var eisini illa farin, men fyri tveimum árum síðani varð byrja at laðað uppaftur.

Tá lagað varð upp undir syllarnar vóru næmingar frá Tekniska Skúla í Havn her og máldu upp. Síðani hava teir skorið stórviðin til á verkstaðnum.

Tá tilfarið var liðugt varð tað heft og pakka í hóskandi bundir og síðani slinga við tyrluni úr Fossdali út í Koltur.

 

 

 

 

 

Tað er H.V.Lützen P/F sum stendur fyri øllum endurbyggingararbeiðinum í Koltri.

Her á myndini eru tað teir tríggir Gunnvaldur Lützen, formaður, Sveinur Lutherusarson og Pætur Johannesen sum væl nøgdir sita undir Merkinum ið teir júst hava heft á stong tí reisingin er liðug.

 

Her er so undirritaði sjálvur sloppin uppá myndina hóast hann einki hevur gjørt í hesum sambandi.

Tað er sera áhugavert at sýggja hvussu væl teir gomlu hava duga at bygt hús. Stórviðurin verður feldur saman eftir serstøkum reglum og eingin grund er at brúka seym meiri enn nakrar trænaglar fyri at halda sperrurnar saman.

Ein slík yvirtroma verður heldur ikki fest. Alt fluktar við grótlagingina soleiðis at vindurin ikki fær fatur í yvirtromuni.

Hetta fitta og tolna tjaldri hevur ligið og bølt uppi á tjalstekjuni meðan arbeitt verður Heimi í Húsi.

Men av og á er tað av teiðrinum tá arbeiðið verður ov nærgangandi so ivasamt er um nakað kemur undan og um so verður hvussu ungarnir sleppa frá lopinum niður av tekjuni??


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim