[admin]



Útferð í Koltur

Vit skipa fyri útferðum í Koltur. 

Er talan um bólkar 10, 15 ella 20 persónar, sum ynskja eina dags útferð, at uppliva føroysku náttúruna, fuglalív, gamla bóndasamfelagið ella bert njóta eina hugnaliga løtu úti í fríðu náttúruni, so er Koltur ein avbjóðing sum verd er at vitja.

Til ber eisini at tak størri ferðaløg, men tá verður tað eftir serstakari avtalu.

Vit skipa fyri rundvísing niðri í bygdalagnum. Sagt verður frá fólkalívinum í Koltri í gomlum døgum í mun til i dag, eins og greitt verður frá um oynna. Eftir ein hóskandi gongutúr har vit koma tætt at heiðafugli, seyði, blómum og teimum langhærdu fjallaneytunum borðreiður bóndakonan við góðum føroyskum mati.

Gongutúrarnir kunnu setast saman eftir tykkara ynski eins og til ber hjá teimum við góðari kondi, at gera ein avstikkara niðan á oyggj har útsýnið er heilt einastandandi. Er flutningurin ein trupulleiki, kunnu vit hjálpa ella veita góð ráð. Sí eisini Kunningarskrivutferd.doc 

Hetta eru bert dømir um túrar. Tað ber sjálvandi til at seta alt saman eftir tygara ynski, eins og at tað ber til at tosa um serstøk ynskir sum eitt nú, tjalding, lundafleyg, seyðaskorðar o.a.tíl.

Skulu vit skipa fyri útferðini er neyðugt at siga frá í góðari tíð.

Hetta er útsýnið úr lundalandinum. Hestoyggin í baksýni.

Sí eisini : Myndasavn

Ein túrur undir Gíning.

Undir Gíningi býr ein gívur. Tá vesturskyn er og sól kemur fyri at gívurin leggur klæði á blik á helluni undir Gíningi, men tað er sjáldan. Undir Gínini eru helli har hon skal búgva. Eisini eru sera vakrir og klárir hyljar sum kundu líkst baðipottum. kanska er tað gívurin sum hevur evna sær hetta til at baða í og vaska klæði.

Undir Gíningi kann verða sera heitt ein góðan summardag. Riturnar karra í berginum omanfyri.

Í pottinum er sera klárt vatn við vøkrum litum í botninum. Hetta er innipotturin.

Hesin útipotturin er djúpur og klárur.

Gott er at steðga á eina løtu!

Her er tað Norðlýsið sum er á vitjan í Koltri.

Í serstøkum føri er Koltursbáturin eisini ein møguleiki....


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim