|
[admin] |
Nattúra
Tað er vakur, hvítur sandur á Lónni. Í baksýnið sæst inn á Dalarnar.
Her sæst inn til Velbastaðar av sandinum.
Kolturs- Lógvin (lagunan) við sandinum og Heimi í Húsi í baksýnið.
Her eru vit norðuri í Høvdarhaga. Gamla várrættin teir brúktu í várgongu. Ónatúrliga vakurt stað..
Hesi bæði kroka. Man hesin aftari blíva tikin til brunds í heyst?
Niðri í berginum og knæseta lundalandið. Slíkir dagar eru sálarbót og ógloymandi.
Skarvasteinur við Hesti í baksýninum.
Ikki er so løgið, at hendan eitur Trongagjógv. Tað hoyrist brimdun innanfyri munnan... Beint við, suður móti tanganum er eitt bakareiður....
Hendan fyrsta sunnudagin í juni var brim á tanganum..
og fram við landi vestantil. Her sæst inn undir Gíning og norður á Fleygabergstanga. Mjørkin hongur oman móti Hamarsgarði.
Hestmenn í Koltri við heimaparti frá grind í Bø.
Hesa mynd fingu vit frá Anfinn Frederiksen, tyrluskipara. Ja slíkar dagar er tað lag á manni at verða tyrluskipari í Føroyum..
Her eru nakrar myndir frá fletting |
Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
|
|