[admin]



Vistfrøði

Ikki tí, at tað er okkara skylda, men sum ein upplýsing fyri áhugaði vilja vit fegin geva áhugaðum møguleika at kunna seg eitt sindur við hvat tað merkir útvega sær altjóða vistfrøðiliga góðkenning. Á hesi fyrstu síðuni hava vit valt at leggja tað tíðindaskrivið sum Vottanarstovan TÚN í Íslandi og MBM góðu út tá fyrstu føroysku góðkenningarnar vóru handaðar. Uttast til høgru handar finna tit úrtøk úr reglugerðini sum eru umsett til føroyskt mál og annað áhugavert tilfar um vistfrøði.

TÍÐINDASKRIV 26. august 2004

Føroyingar fara undir vistfrøðiliga dyrking:

Tveir føroyskir bóndagarðar fáa altjóða váttan

Í dag, hósdagin 26. august, fáa tveir føroyskir bóndagarðar altjóða váttan, sum staðfestir, at teir eru farnir undir at nýta vistfrøðiligar dyrkingar- og alingarhættir í framleiðsluni. Hetta eru Koltursgarður og Heltnin í Oyndarfirði. Váttanin ásannar at arbeiðið á hesum bóndagørðum er í tráð við altjóða krøv viðvíkjandi vistfrøðiligar hættir.

Váttanin er eitt týðandi stig í umhvørvismálum innan føroyska landbúnaðin, tí hetta eru fyrstu føroysku framleiðararnir, sum nýta vistfrøðiligar hættir undir almennu eftirliti av sjálvstøðugari og fakliga góðkendari váttanarstovu. Váttaninar verða handaðir í dag kl. 12 undir hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í Tórshavn, har umboð frá Føroya landsstýri heldur røðu og handar váttaninar.

Í Koltri arbeiða hjúnini Bjørn og Lükka Patursson við blandaðum jarðarbrúki. Har eru stórir hagar og gamir bøir til hoygging. Tey hava seyð, neyt, gæs og tey dyrka grønmeti. Alt virksemið er farið undir vistfrøðiliga tillaging. Eisini er fuglaveiða (lundi) og nakað av ferðafólki vitjar Koltur. Á Heltnin í Oyndarfirði eru hjúnini Martin og Borghild á Fløghamri , eisini við blandaðum jarðarbrúki. Her eru stórir hagar og bøir, kýr, seyðir og dunnur. Farið er undir vistfrøðiliga tillaging av graslendi, bø, seyð og gæs.

Vistfrøðilig dyrking byggir á sjálvberandi nýtslu av jørðini, vistfrøðligum tøði, skiftidyrkan og gerð av sankukøstum. Hvørki handilstøð, smákyktaeitur ella arvabroytt evni verða nýtt. Dentur verður lagdur á at fenaðurin trívist, bæði viðvíkjandi umstøðum, fóðring og heilsu. Natúrligur heilivágur verður nýttur so nógv sum gjørligt í staðin fyri fyribyrgjandi og grøðandi heilivág ella hormonir. Nógvar granskingar vísa á, at vistfrøðiligir hættir medvirka til at gera umhvørvið reinari, úrdráttirnar heilsusamari og nøringarríkari, og heilsu nýtarans betri.

Vistfrøðilig framleiðsla hevur tikið dyk á seg nógvastaðni kring heimin. Eftirspurningur eftir vistfrøðiligum úrdráttum veksur alsamt. Flestu londini í Europa hava sum mál at økja um vistfrøðiliga framleiðslu av vørum til matna næstu árini og í nøkrum av hesum londum er umleið 10% av nýtslulendinum í vistfrøðiligari dyrking. ES hevur samtykt eina umfatandi verkætlan í hesum sambandi.  Myndugleikarnir stuðla hesum arbeiði og teir eru greiðir yvir hvussu stóran týdning vistfrøðiliga menningin hevur fyri bøtta heilsu og fyri at  varðveita mentan og arbeiði í spjaddum bygdum.

Seinastu árini hevur Meginfelag Búnaðarmanna í samvinnu við Váttanarstovuna Tún, og við stuðli frá Nordisk Atlantssamarbejde (NORA), Føroya Jarðarráði og fleiri pørtum kunnað føroyskar bøndur og fyritøkur  um vistfrøðiligar hættir. Samstundis eru lunnar lagdir undir váttanartænastu við luttøku av føroyskum serfrøðingum og eftirlitsfólkum.

Tað er søgulig hending innan føroyska landbúnaðin, tá ið fyrstu bøndurnir sum fara undir vistfrøðiliga dyrking, fáa hesa váttan. Væntast kann, at fyrstu váttaðu vistfrøðiligu úrdráttirnir koma á marknaðin um nøkur fá ár.  Roknast kann eisini við at tey stig, sum bøndurnir í Koltri og Oyndarfirði hava tikið, fara at eggja aðrar føroyskar bøndur til at fara undir at nýta vistfrøðiligar hættir í næstu framtíð.

Nærri upplýsingar geva:

Eiríkur Thorvaldsson L/F Meginfelag Búnaðarmanna, Búnaðardepilin, Kollafjørður mbm@mbm.fo Tel.: (00 298 479 000)

Gunnar Á. Gunnarsson, Váttanarstovan Tún ehf., P.O. Box 251, IS-121 Reykjavík tun@mmedia.is Tel.: (00 354) 820 4130 & 511 1330

Bjørn Patursson Kolturgarður, FO-285 Koltur bjorn@koltur.com  Tel.: (00 298) 216 026

Martin á Fløghamri Heltnin, FO-690 Oyndarfjørður nudsen@hotmail.com Tel.: (00 298) 441 839 & 211 839 Fax: (00 298) 441 839

Ein góð leinkja til DK-Økologi


Ymiskt nýtt

Koltursgarður v/Bjørn og Lükku Patursson - FO-285 Koltur
Tróndheim