| Góðu viðskiftafólk!
Koltursoksakjøt til sølu Nú hava vit avgjørt eisini at selja av oksakjøtinum til privata marknaðin. Nú vit venda okkum beinleiðis til brúkaran mugu vit velja ein standard sum hóskar best møguligt til flest møguligt og soleiðis, at kjøtpakkarnir verða so líkir sum nú einaferð ber til. Við góðari vegleiðing frá royndum slaktarum eru vit komin til tað niðurstøðu, at vit skera, pakka og merkja kjøtið grýtuklárt og pakka tað aftur í hóskilig kartong soleiðis, at tað kann leggjast beinleiðis í frystiboksina uttan at taka ov nógv pláss og soleiðis at tað er hóskiligt fyri eina familju.
Familiupakkarnir liggja um 20 kg liðugtvøra.
Tað ber sjálvandi eisini til at bíleggja heilan oksa. Tá verður kjøtið selt beinleiðis av krókinum.
Bíleggjast kann niðanfyri á síðuni ella við at ringja til okkara so vátta vit ordran.
Góðskutrygd Hóast nakað hevur verið frammi í fjølmiðlunum um fjallaneytahald okkara halda vit, at tað er rætt at greiða eitt sindur frá hvussu oksarnir eru aldir upp og hvat kundin kann vænta sær, at fáa í keypinum, tí talan er ikki um heilt vanligt neytakjøt.
Upprunaligt neytaslag Fjallaneyt ella "Highland Cattle" sum slagið eitur á fakmáli, stava frá tí evropeiska uroksanum. Hesi harðføru neyt hava liva eitt natúrligt lív í teimum skotsku háslættunum har náttúran hevur skilt tey bestu undan. Neytini eru tiltikin fyri at verða harðbalin, kravlítil og góðslig av lyndi. Nú eru hesi neytini á veg "inn" aftur á marknaðin sum ein delikatessa.
Kolturskjøt er vistfrøðiligt Vit hava seinastu árini arbeitt eftir alheims vistfrøðiligum reglum. Í august 2004 fingu vit endaliga góðkenning. Í heystfær alt lambskjøt úr Koltri vistfrøðiligt frámerki. Av tí at oksarnir ið vit fletta í ár vóru gitnir áðrenn vit fingu góðkenningina kunnu vit ikki merkja oksakjøtið í ár.

Koltursoksakjøtið er serstakt sláturneytakjøt Fyrstu fjallaneytini komu til Føroya í 1999. Koltursoksarnir vaksa upp hjá mammuni. Neytini ganga frítt úti í føroysku náttúruni alt árið. Oksarnir eru uppvaksnir við móðurmjólk, føroyskum grasi og heimagjørdum, vistfrøðiligum hoyggi. Oksarnir verða ikki fitaðir við kraftfóðuri, men dripnir beinleiðis úr haganum. Øll neytini hava góðkendar ættartalvur og vit føra sjálvandi ættartalvurnar víðari soleiðis at vit kunnu halda skil á familjunum.
Minni feitt og minni kolesterol Kjøt av HIGHLAND CATTLE ella fjallaneytum, er minni feitt og inniheldur minni kolesterol enn vanligt neytakjøt. Meðal fitiprosent í fjallaneytakjøti er 4,5, har tað vanliga neytakjøt inniheldur 15,6% feitt. Kolesteroltalið er 40,9 ímóti 64,3 í vanligum neytakjøti. Kelda: SAC The national College for Food, Edenburg, Dr. Ivy Barclay.
Villini kjøt Vit leggja okkum eftir at hagreiða kjøtið soleiðis at tað er einfalt og lætt hjá kundanum at virka. Kolturskjøtið ber orð fyri at vera meir í familiu við villini kjøt heldur enn vanligt neytakjøt og vit kunnu tí mæla til at matgera við hesum í huganum.
Góðar royndir í Føroyum Síðani 2002 hava vit selt oksakjøt til Glasstovuna á Hotell Føroyum har kjøtið fær stak góð viðmæli. Sjefkokkurin á Hotell Føroyum: "Sera gott og vælsmakkandi moyrt kjøt í serklassa"
Avmarka nøgd Talan verður ikki um hópframleiðslu tí vistfrøðiligu reglurnar og tann hátturin vit hava valt at halda neytini uppá avmarkar framleiðsluna soleiðis at talan verður ongantíð um annað enn nisjuframleiðslu. Men tað skuldi hinvegin borga fyri góðum kjøti. Tað, at oksarnir skulu hava 3 summar á beitið áður enn teir eru slaktiklárir avmarkar eisini framleiðsluna. |